Viljið tær hoyra kvæði mítt Vilja tær orðum trúgva Um hann Ólav Trygvason Hagar skal ríman snúgva Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting Knørrur var gjørdur á Noregs landi Gott var í honum evni Sjútti alin og fýra til Var kjølurin millum stevna Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting Har kom maður á bergið oman Við sterkum boga í hendi "Jallurin av Ringaríki Hann meg higar sendi" Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting "Einar skalt tú nevna meg Væl kann boga spenna Tambar eitur mín menski bogi ørvar drívur at renna" Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting "Hoyr tú tað, tú ungi maður Vilt tú við mær fara Tú skalt vera mín ørvargarpur Ormin at forsvara" Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting Gingu teir til strandar oman Ríkir menn og reystir Lunnar brustu og jørðin skalv Teir drógu knørr úr neysti Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting Einar spenti triðja sinni æt1ar jall at raka Tá brast strongur av stáli stinna Í boganum tók at braka Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting Allir hoyrdu streingin springa Kongurin seg undrar "Hvat er tað á mínum skipi So ógvuliga dundrar?" Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting Svaraði Einar Tambarskelvir Kastar boga sín "Nú brast Noregi úr tínum hondum Kongurin, harri mín!" Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting Nú skal lætta ljóðið av Eg kvøði ei longur á sinni Nú skal eg taka upp annan tátt Dreingir leggi í minni! Glymur dansur í høll Dans sláið ring Glaðir ríða Noregs menn Til Hildar ting