Ástarstund

Eivor Palsdottir

Continues after the ad

Títt vakra smíl tað prýðir teg
Lat meg eiga ein part av tær
Mítt hjarta slær so títt, tá tú
Smílist ímóti mær

Áh, gev mær bert ein dag við tær
Í hesi ástarstund
Áðrenn eg felli
Í tann æviga náttarblund

Lat meg læna sinni títt
Av gulli gjørt tað er
Tað vil eg hava við mær
Á míni longu ferð

Continues after the ad

Áh, gev mær bert ein dag við tær
Í hesi ástarstund
Áðrenn eg felli
Í tann æviga náttarblund

Hjarta mítt, tað eigur tú
Ja, eina títt tað er
So kom við mær, lat meg vísa tær
Hvat kærleiki er

Áh, gev mær bert ein dag við tær
Í hesi ástarstund
Áðrenn eg felli
Í tann æviga náttarblund

Song details

Composition:

Did you see an error?

Enviar revisão