Continues after the ad

Nú allir fuglar rýma
Og ræðslan krýnir sorg
Trilvi eg til tína
Holdmjúku verndarborg
Undir gráum himni

Nú neyðin aftur týnir
Markleys handan høv
Flýggi eg inn í tíni
Bláoygdu kærleiksbrøv
Undir heiðum himni

Continues after the ad

Herjan
Býir bløða út
Enn bleiktrar hon
Í tonkunum
Vónin
Hetjan
Dust og kjøt og húð
Enn glampar hann
Í toftunum
Login

Tá tøgnin øllum rúmar
Og sokkin eru fjøll
Tá reisi eg mær múrar
Og bíði einsamøll
Undir svørtum himni

Song details

Composition:

Did you see an error?

Submit review