Í Gøtu Ein Dag

Eivor Palsdottir

    Continúa después del anuncio

    Í Gøtu ein dag
    Í Gøtu ein dag
    Har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð
    Tað skramblar sum heglingsæl, luftin var klár
    Tað ýlur av stormi, tó ei rørdist hár
    Klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff
    Øll Gøta var paff
    Øll Gøta var paff

    Ei undur var í
    Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð
    Lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast
    At Trølkonufingur í liðinum brast
    Og Kellingin datt, hon stóð har so trygt
    Og Risin fekk gikt
    Og Risin fekk gikt

    Nú vaknaði við
    Hin gamli í gjónni og royndi eitt stig
    Men tungur var bulur og beinini veik
    Tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?
    Hann gandaði Geyta í grøvini lá
    So Geyti stóð hjá
    So Geyti stóð hjá

    Continúa después del anuncio

    Teir heilsaðust so
    Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð
    Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt
    Eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt
    Um tingið er sett og um menn lata skatt
    Meg lysti at frætt
    Meg lysti at frætt

    Tað gekk so ein tíð
    Og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð
    Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
    Um Sigmund og teg og um kalvan teg tók
    Í gandi hvør maður í Føroyum er nú
    Nógv betur enn tú
    Nógv betur enn tú

    Teir sigla í logn
    Teir rógva og hava ei árar í ogn
    Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág
    Úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá
    Hin rómarski pávin lá deyður ein dag
    Brátt vistu teir tað
    Brátt vistu teir tað

    Men fólkið er smátt
    Og kvinnurnar detta um miðjuna brátt
    Á høvdinum bera tær fjarðar og gras
    Og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las
    Á monnum er pannan so høg, at eg sá
    Hana aftanífrá
    Hana aftanífrá

    Og alt letur skatt
    Og mjøður er bannaður jú tað er satt
    Tað mesta av jørðini fór undir kong
    Tá suffaði Tróndur: So aftur í song!
    Men sig hvat ger tingið, nú statt ei og bín!
    Jú, teir selja grýn!
    Jú, teir selja grýn!

    Información de la canción

    Composición:

    ¿Los datos están equivocados?

    Enviar revisión