Vársins ljóð

Eivor Palsdottir

    Continúa después del anuncio

    Tú heldur, at summarið koma skal
    Við blómum í bakka og ból
    Men fyrst má eg syngja tær sólina fram
    At skína um heygar og hól

    Eg andi lív í ein sóljukopp
    Hygg, hvussu hann brettir sær á
    Men fyrst má eg bræða tær kavan burt
    So fram vinna dái og strá

    Eg sigi við ánna og kelduvað
    At nú verður summarið skjótt
    Í lofti skal hoyrast kátt fuglakvað
    Av snípu og stara og lógv

    Continúa después del anuncio

    Og hagin skal klæðast í summarskrúð
    Har tjøldrini reiða sær ból
    Um dimmið skal sólin sær søkja búð
    Og lita tær havið sum glóð

    Eg gevi tær sóljur og smærubrá
    Tann gávan man falla tær væl
    Og børnini fáa ein berjadag
    Við ljósi og kátasta lag

    Eg finni fram frægastu loynimið
    Og tey skulu børnini fá
    Tá vár okkum gistir eitt annað ár
    Eg veit, at tú gleðast man tá

    Información de la canción

    Composición:

    ¿Los datos están equivocados?

    Enviar revisión