Gullspunnin
Eivør
Continúa después del anuncio
Tá eg sá teg reka burt
Í kyrruni
Misti eg meg sjálva inst
Í kvirruni
Fest í mítt kjøt
Er tráanin
Fløkt í mín huga
Væntanin
Gullspunnin øll
Mín døkka sál
Glitrandi aleina
Continúa después del anuncio
Um tú aftur kemur heim
Hygg inn til mín
Víðopin mín hjartahurð
Eitt pláss til tín
Fest í mítt kjøt
Er tráanin
Fløkt í mín huga
Væntanin
Gullspunnin øll
Mín døkka sál
Glitrandi aleina
Eg sá teg reka burt
Í kyrruni
Misti meg sjálva inst
Í kvirruni
Um tú kemur aftur
Hygg inn til mín
Eg bíði eftir tær
Glitrandi aleina