Torsteins Kvæði

TÝR

    Continues after the ad

    Vilja tit lýða og ljøð geva mær, eg brøti av bragdartátti
    Kongur ráddi for nøriki, hann tøgva synir átti

    Rennur og rennur foli mín
    Grønari grund og vín bar reyða lund
    Stig at dansa stund
    Kátur leikar foli mín
    Á grønari grund

    Átt hevur hann sær tøgva synir, báðar kann eg væl nevna
    Magnus og hann torstein jall, teir kunna væl
    Dreingjum stevna

    Jallurin gongur for kongin inn og sigur honum frá
    Nú er torstein, sonur tín, kvittaður londum frá

    Continues after the ad

    Um hann vil av ríkinum fara, eingin skal honum banna
    Hann kann ei síni forløg flý, sjálvur má hann tað sanna

    Tað lovaði eg bæði faðir og móðir, tá eg í
    Vøggu lá
    Eg skyldi ei ræðast tann heita eld
    Ei heldur tað hvassa stál

    Vargurin liggur í vetrarmjøll, staddur í stórari heyð
    So er tann maður, í víggi stendur, næstan tolir deyð

    Frúgvin var bædi studd og leidd, inn í sín faðirs veldi
    Ljómin skein av akslagrein, tað skyggir av tignareldi

    Nú er hetta kvæðið endað, tað man góðum gegna
    Torstein tók við rikjunum báðum so við hvørju tegna

    Song details

    Composition:

    Did you see an error?

    Enviar revisão